• Tjaldur hevur drúgvar royndir við at menna ábyrgdarfull og lønandi feløg í tilfeingisríka Norðuratlantshavinum
  • Tjaldur hevur drúgvar royndir við at menna ábyrgdarfull og lønandi feløg í tilfeingisríka Norðuratlantshavinum
  • Virkisskrá
    Samstarv og áhugamál
  • Roynd vinnulívsfólk
    Hvørji vit eru

Um okkum

Tjaldur er eitt føroyskt vinnufelag, ið serliga hugsavnar sítt virksemi um ríka sjógætis- og orkutilfeingi í Norðuratlantshavi, og leggur felagið stóran dent á burðardygga menning í økinum.

Tjaldur hevur drúgvar virkisroyndir og innlit í viðkomandi ídnaðargeirar í Norðuratlantshavi, og ger Tjaldur íløgur í feløg ið hava vakstarmøguleikar í Føroyum og uttanlands.

Eins og tjóðar fuglur okkara, er Tjaldur ein heimsborgari, men byggir reiður sítt í Føroyum.

Vinnufelagið Tjaldur

Tjaldur er eitt vinnufelag, sum er skrásett í Føroyum og hevur virksemi í Norðanlondum og Stóra Bretlandi

P/F Tjaldur varð stovnað í 2004. Tjaldur er sprottið úr gamla Skipafelagnum, sum varð selt sama árið. Líggjas í Bø bleiv stjóri í nýggja felagnum, og Rúni M. Hansen bleiv nevndarformaður.

Í søluni av Skipafelagnum, var sjálvt partafelagið varðveitt, og tí hevur Tjaldur í dag framvegis partafelagsnummar 3, eitt av elstu partafelagsnummarum í Føroyum.

Týðandi spælari tá alivinnan var endurreist

Um hetta mundið, tá Tjaldur var stovnað, vóru fleiri vinnur í Føroyum, sum høvdu tað trupult. Øll føroyska alivinnan fór meira ella minni av  knóranum, og nýggjur peningur skuldi inn í alivinnuna, um hon skuldi hóra undan. Tjaldur brúkti part av reiða peninginum, sum var komin frá søluni av Skipafelagnum, til at koyra inn í alivinnuna til tess at verða við at endurreisa alivunnuna.

Við í nýggja alisamtakinum

Tjaldur bleiv ein tíðandi leikari í nýggja Bakkafrostsamtakinum. Stjórin í Tjaldur tá, Líggjas í Bø, gjørdist nevndarformaður í nýggja Bakkafrost samtakinum. Í 2009 legði Líggjas í Bø frá sær sum nevndarformaður, og nevndarformaðurin í Tjaldur, Rúni M. Hansen, gjørdist nevdnarformaður í Bakkafrost. Hann situr framvegis sum nevndarformaður í Bakkafrost samtakinum.

Inn í aðrar vinnur

Felagið fór eisini inn í onnur feløg um tað mundið, og er framvegis virkið í fleiri av teimum.

Tá Effo var keypt til Føroyar frá Statoil í 2007, hevði Tjaldur ein virknan leiklut.

Eisini tá JT Electric (GroAqua) í 2006 trongdi til kapital, um felagið skuldi halda áfram, kom Tjaldur inn í felagið.

Tjaldur fór eisini inn í Nema um hetta mundið.

Felagið skipar seg av nýggjum

Í 2016 skipaði felagið seg av nýggjum. Nýggj kós var sett, størri dentur varð lagdur á at hava virksemi uttan fyri Føroyar eisini, og felagið setti á stovn deild í Oslo.

Felagið skipaði seg tá meira sum eitt vinnufelag heldur enn eitt íløgufelag. Sum eitt vinnufelag, so leggur Tjaldur dent á at hava greið langtíðarmál fyri feløgini tey eiga og menna tey vinnuliga. Tað verður arbeitt í tøttum samstarvi við leiðsluna í feløgunum. Dentur verður eisini lagdur á góð samstørv og góðan virkissið.

Nýggja vinnuliga kósin

Hesin nýggi leisturin, sum var lagdur í 2016, hevur eisini ávirka vinnuliga menningina í fleiri av undirfeløgunum.

Nevnast kann JT Electric á Kambsdali, sum er nógv ment síðstu árini. Felagið gjørdi eitt stórt uppkeyp í Skotlandi í 2019, tá eitt líknandi felag sum JT varð keypt. Ein deild var  eisini sett á stovn í Pólandi, um sama mundi. JT Electric skifti navn til GroAqua í 2023, og er sera virkið á øllum hesum marknaðum í dag.

Somuleiðis Nema, sum hevur ment seg nógv síðstu árini. Nema keypti helvtina av  telefelagnum Hey (Vodafone), frá Íslendingum í 2018, og hina helvtina av Hey/Vodafone í 2020. Sostatt er Nema veitari av bæði KT og telesamskifti í dag, og er eisini fari út um landoddarnar við sínum tænastum innan KT.

Effo er eisini eitt av feløgum, Tjaldur er virkið í, saman við fleiri øðrum føroyskum eigarum. Eitt av málunum hjá Effo er at verða við í grøna orkuskiftinum í samfelagnum. Effo fór virkið inn í vindorku í 2018, og eigur í dag helvtina í Vindrøkt, ið framleiðir grøna orku svarandi til meir enn samlaðu el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum.

Tjaldur keypti eisini norska felagið LiftUp í 2017. Hetta felagið var millum annað veitari til alivinnuna. LiftUp menti útgerð til at uppsamlað skarn og deyðan fisk til nýstlu á biogassverkjum.

Stóra Svenska fyritøkan Alfa Laval, hevði virksemi tætt upp at virkseminum hjá LiftUp, og í 2021 keypti Alfa Laval felagið.

Tjaldur fór stutt eftir hetta inn í annað felag innan líknandi vinnu, og er eisini virkið í øðrum feløgum í Norra og aðrastaðni.

Arbeiða í tøttum samstarvi við onnur

Eitt sum eyðkennir Tjaldur er, at felagið arbeiðir í tøttum samstarvi við onnur feløg, serstakliga tá størri tøk skulu takast. Eitt felag, sum Tjaldur hevur gjørt stórar íløgur saman við, er norska familjufyritøkan Ferd. Hetta er ein av størstu familjufyritøkunum í Norra. Ferd eigur nøkur av teimum heilt stóru feløgum í Norra, sum t.d. Elopak, Interwell og Aibel.

Nýggjasta íløgan sum Tjaldur og Ferd hava gjørt saman er í felagið Mintra. Mintra er eitt felag, sum veitir elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Tað er serstakliga í Norra og Englandi, at felagið er virkið, men hevur eisini skrivstovur aðrastaðni. Tað eru yvir 4000 altjóða feløg, sum brúka tænastuna frá Mintra.

Tá Tjaldur og Ferd fóru inn í Mintra í 2022, varð sagt í børsfráboðanini, at Tjaldur og ferd ætla at taka ein virknan lut í felagnum, og menna felagið enn meira, saman við leiðsluni í Mintra. Tað var bretski  grunnurin Riverside sum seldi, og Tjaldur og Ferd komu við hvør sínum 150 milliónum og keyptu góð 40% av felagnum. Rúni M. Hansen frá Tjaldur fór inn sum nýggjur nevndarformaður í Mintra.

Í dag er Tjaldur yvirhøvur rættuliga virkið, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands.

Tað er Rúni M. Hansen, sum er nevndarformaður í Tjaldur og Janus Thomsen er stjóri.

Tjaldur_Logo_kort_WORLD-01-06.png

Hvørji vit eru

Við okkara vinnuligu royndum, innlitið í ídnaðir og góðu sambondum út í heim, metir Tjaldur seg kunna samstarva og veita virðir til flest øll feløg. Nevnd og leiðsla í felagnum hava týðandi ognarlut í felagnum.

  • Rúni M. Hansen
    Nevndarformaður
  • Helge Lund
    Nevndarlimur
  • Líggjas í Bø
    Nevndarlimur
  • Nils Jegstad
    Íløgustjóri
    +47 97 13 40 58
  • Janus Thomsen
    Stjóri
    +298 21 10 21
  • Carl Martin Elmerskog
    Business Developer and Investment Professional
    +47 92 65 16 52
Víðari til vangar

Samstarv og áhugamál

Tjaldur hugsavnar sítt virksemi um smærri og miðalstór feløg í Norðuratlantshavi.

Felagið ger íløgur í feløg ið hava møguleika at vaksa innan sín ídnað og í meiri búgvin feløg ið kunnu mennast bæði innanlands og uttanlands.

Tjaldur samstarvar eisini við aðrar viðurkendar samstarvsfelagar um størri íløgur, og hugsavnar felagið seg serliga um sjógæti, orku og veitaravinnuna.

  • Tjaldur_Maritime.jpg
    Sjógæti
    Sjógæti fevnir um allar vinnur í sjóvinnuni, tó serliga laksavinnuni
  • OF-14aug15_00Q2930_RGB.jpg
    Orka
    Orka fevnir um útinnan, útbræðing og sølu av orkuvørum
  • 20160927_0463mini-1024.jpg
    Veitaravinnan
    Veitaravinnan fevnir um stuðlandi vinnur innan bæði sjógætis- og orkuídnaðin, eitt nú við nýhugsan, menning og tænastum.

VIRKISHÁTTUR

Tjaldur hevur verið ein virkin íleggjari í eini røð av feløgum og ídnaðum. Vit arbeiða tætt saman við nevnd og leiðslu í feløgunum fyri saman at stinga út í kortið og tryggja eina úrslitagóða tilgongd. Tjaldur ynskir at skapa virðir og menna feløgini, heldur enn at seta sær stuttskygd mál við sølu av feløgunum fyri eyga. Okkum dámar best at hava meirilutan í feløgunum, ella góðan stuðul frá øðrum partaeigarum til at verkseta ætlanirnar fyri feløgini.

  • Virkisroyndir
    Umboðini í Tjaldur hava drúgvar og viðkomandi royndir frá ovastu rókum í bæði føroyskum og altjóða feløgum innan ymsar vinnugreinar.
  • Ídnaðarinnlit
    Tjaldur kann stuðla flestu verandi og nýggjum feløgum umvegis stóra ídnarinnlitið ið umboðini í Tjaldur hava umvegis teirra feløg, sambond og vinnuvitan.
  • Sambond
    Vit meta, at okkara sterku sambond við altjóða vinnu og ídnað, gevur okkara feløgum virðismikla vitan og innlit.
  • Keyp og søla
    Leiðsla og nevnd í Tjaldur hava drúgvar royndir við m.a. at fremja keyp og sølu av fyritøkum, samantvinna feløg, fyreika sølu á keypsskálum, standa fyri fígging ella endurfígging skuld av feløgum.

Samband

P/F TJALDUR
Bryggjubakki 22
FO-100 Tórshavn
Føroyar

P/F TJALDUR
Dronnings Mauds gate 3
0250 Oslo
Norway

Tel. +298 35 18 00
Heimasíða www.tjaldur.com